Her eru mannagongdirnar fyri at keypa ella selja eitt økisnavn.

Seljari

  1. Tú boðar okkum frá at tú vilt selja eitt økisnavn og hvønn prís tú ynskir.
  2. Vit seta økisnavnið til sølu her á heimasíðuni.
  3. Tú peikar økisnavnið til uppslagið sum prógv fyri at tú eigur tað.
  4. Tá ið eitt boð verður givið, spyrja vit teg um tað er nøktandi.
  5. Um nøktandi boð verður góðtikið, flytir keyparin upphæddina til okkara.
  6. Tú flytir økisnavnið til keypara, og keypari váttar.
  7. Vit flyta tær keypsupphæddina minus okkara avgreiðslugjald.

Keypari

  1. Tú gevur eitt boð fyri eitt økisnavn her á síðuni.
  2. Um seljari góðtekur boðið, rindar tú umvegis PayPal.
  3. Seljari flytur tær økisnavnið.
  4. Tá ið tú váttar móttøku av økisnavninum flyta vit upphæddina til seljara.
  5. Um tú ikki móttekur økisnavnið flyta vit upphæddina aftur til tín.